Í 2025 er talið á avrættingum í Iran tvífaldað samanborið við 2024, metir mannarættindafelagsskapurin Iran Human Rights, sum heldur til í Oslo.
Felagsskapurin váttaði í fjør 975 avrættingar, og hevði fyrst í hesum mánaðinum váttað í minsta lagi 1.500 avrættingar, skrivar Ritzau.
Tað er ein ávís óvissa, av tí at stýrið í Iran ikki almannakunnger slík tøl, men sambært bretska BBC hava aðrir felagsskapir boðað frá einum líknandi ráki.
Sambært mannarættindastríðsfólkum brúkar Iran nú oftari deyðarevsing enn nakrantíð fyrr hesi seinastu trí áratíggjuni.
Í 80unum og fyrst í 90unum framdi Iran eina rúgvu av avrættingum í kjalarvørrinum á islamisku kollveltingini í 1979 og krígnum millum Iran og Irak.
Mett verður, at iranska stýrið í størri mun brúkar deyðarevsing, tá tað er undir trýsti, og tað hava mótmælini í 2022 og 2023 og kríggið móti Ísrael í juni viðvirkað til.
Iranska stýrið sigur seg bert brúka deyðarevsing, tá talan er um tey mes tálvarsomu brotsverkini.
Meginparturin av teimum, sum fáa deyðarevsing í Iran, verða avrættað fyri dráp ella brotsverk, sum hava samband við rúsevni. Eisini eru nøkur fá avrættað í sambandi við mótmælini ella fyri at njósnast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald