Innanlands

Iran vil samráðast við USA

Men bert um USA tekur revsitiltøkini burtur, sigur fosetin Hassan Rouhani

Rouhani saman við uttanríkisráðharranum Javad Zarif, ið fyri kortum vitjaði USA - Mynd: EPA

Rouhani saman við uttanríkisráðharranum Javad Zarif, ið fyri kortum vitjaði USA - Mynd: EPA

2019-08-06 14:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

"Fíggjarligur yvirgangur" - Soleiðis lýsti Hassan Rouhani revsitiltøkini hjá USA mótvegis Iran í einari røðu í iranska ríkisjónvarpinum í morgun. 

Les eisini: Trump: Iran lýgur

USA og Iran hava verið í einum stríði seinastu tíðina um ymisk viðurskifti, og ein av høvuðspunktunum hevur verið revsitiltøkini, ið Donald Trump setti í verk seint í fjør.

Tey hava serliga rakt oljuídnaðin hjá Iran hart, og í dag gjørdi iranski forsetin greitt, at um samráðingar skulu takast uppaftur, skulu tiltøkini ímóti Iran takast úr gildi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder