Uttanlands

Trump: Iran lýgur

Iran vil verða við, at 17 amerikanskir njósnarar er tiknir í landinum, og at nakrir eru dømdir til deyðan - Trump sigur at har valdar fullkomiligt óskil í Iran

Donald Trump finnst hvassliga at Iran (Mynd: EPA)

Donald Trump finnst hvassliga at Iran (Mynd: EPA)

2019-07-22 18:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sambandið ímillum USA og Iran hevur fyrr verið sera ringt, og londini hava kríggjast. Seinastu árini hevur tað tó verið gott eftir umstøðunum, men seinastu tíðina er tað aftur versnað.

Tað byrjaði í november í fjør, tá USA setti revsitiltøk í verk aftur ímóti Iran; hetta var serliga miðað eftir oljumarknaðinum. Partarnir høvdu annars eina avtalu frá 2015, sum stórar tjóðir sum Russland og Kina eisini skrivaðu undir uppá. Har lovaði Iran at landið ikki skuldi uppríkað seg innanfyri kjarnorku afturfyri at altjóða revsitiltøk ímóti landinum í Miðeystri, sum forðaði handilsvirkseminum hjá Iran, vórðu tikin burtur. 

Les eisini: 
Fleiri stórlond hava at uranaætlanunum hjá Iran

Fyrst breyt USA avtaluna (við revsititøkunum) og síðani Iran (við at fera uppum avtalaða markið fyri Uran), og nú harðnar stríðið. Ríkissjónvarpið í Iran ber tíðindini um, at 17 persónar eru handtiknir, og at talan er um ein njósnaðaring. Reuters skrivar, at hetta hevur ein høgur embætismaður frá fregnaðartænastumálaráðnum váttað fyri iransku tíðindastovuni Fars. Teir handtiknu eru sambært Fars CIA-njósnarar, og nakrir eru dømdir til deyða.

Eingir smálutir eru vorðnir almennir, og eigin uttan iranskar miðlar hava váttað tíðindini. Donald Trump skrivar á Twitter, at hetta bert er lygn og propaganda frá iranum. Forsetin skrivar, at als einki hald er í søguni, og vil vera við at talan er um eitt religiøst stýri, ið ikki veit, hvat tað skal gera: - Búskapur teirra er deyður og tað fer at gerast nógv verri; har er einki skil á Iran.

Trump nevnir eisini støðuna við iransku dronuni, ið USA vil verða við, varð skotin niður í Hormuzsundinum hósdagin. Iran noktaði fyri at hetta fór fram, og báðir partar ákæra hin fyri at lúgva.

Les eisini: Iran: -Vit hava onga dronu mist

I juni skrivaðu fleiri iranskar tíðindastovur, at Iran hevði avrættað ein persón, ið fyrr hevði verið í starvið í verjumálaráðnum í landinum. Hesin var sambært miðlunum í Iran dømdur við ein hernaðardómstól, tí hann hevði njósnast fyri CIA. 

 

 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder