Tað var í juli, at amerikanska fregnartænastan segði, at Iran fór at senda dronur til Russlands, og seinastu vikurnar eru iranskar Shahed 136-álopsdronur brúktar í krígnum í Ukraina. M.a. í Kharkivøkinum og í høvuðsstaðnum Kyiv.
Men í Iran vísa tey aftur, at tey hava sent dronur til Russlands.
Í telefonsamrøðu millum Iranska uttanríkismálaráðharran, Amir-Abdollahian og portugisiska starvsbróðir hansara, Augusto Santos Silva, segði fyrstnevndi, at Iran hvørki hevði ella vildi veita vápn til tann eina partin í einum vápnaðum stríði.
– Vit halda, at vit gera stríðið størri, um vit veita eina partinum í einum stríði vápn. So vit hava ongantíð umhugsað, um tað var ein møguleiki, hvørki í Ukraina, Afganistan, Sýria ella Jemin, segði hann sambært DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald