Í gjár endurgóvu fleiri altjóða miðlr søguna um, at sonevnda moralska løgreglan í Iran var blivin avtikin.
Tað var høvuðsákærin í Iran, Mohammad Jafar Montazeri, sum varð endurgivin fyri at siga, at hon var blivin avtikin, men at dømandi myndugleikarnir framvegis fóru at "taka hond um sosialar avboðingar".
Men ivi verður nú sáddur um, hvørt moralska løgreglan veruliga er avtikin. Tað vísir iranski statsmiðilin nevniliga aftur.
Sambært miðlinum Al-Alam, sum m.a. BBC endurgevur, er talan um eina skeiva tulking av tí, sum Montazeri segði.
Iranska stjórnin hevur, sambært DR, hvørki váttað ella avsannað, at moralska løgreglan er vorðin niðurløgd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald