2020-03-16 10:10
Tað er nógv, ið bendir á, at coronavirusið kann yvirliva eina rúma tíð uttanfyri mannakroppin á yvirflatum úr t.d. plasti ella jarni. Hjá IRF eru vit noydd at gera alt vit kunnu, fyri at innsavningin hjá okkum kann halda fram ótarnað, sigur IRF, sum heitir á borgarar í limakommunum um at fylgja hesi tilmæli:
- Bindið fyri allar posar, sum fara út í gráa posan. IRF viðmælir at nýta keyptar burturkastposar við innbygdum bandi.
- Snørið gráa posan við bandi ella teypi dagin fyri, hann verður heintaður. Posin skal framhaldandi vera í ruskstativinum, eftir at hann er bundin fyri.
- Hugsið um reinførið, tá ið tit binda um gráa posan.
- Fyri at umgangast smittuvanda, so verða yvirfyltir posar ikki tiknir.
- Fyri at fyribyrgja at fuglur kemur at posunum og innihaldið verður spjatt út í umhvørvið, vil IRF staðiliga heita á øll húski, ið enn ikki hava eitt ruskstativ uttanfyri, um at fáa sær eitt til vega.
- Vit hava fyribils steðgað innsavningini av hvítum og reyðum posum. Vit mæla til, at tit goyma hesar posar við hús næstu tvær vikurnar.
Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald