Innanlands

IRF: Leivdir eftir fletting skulu burturbeinast á rættan hátt

IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur, sigur IRF

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2021-09-22 17:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við flettingina, sum fer fram um hesa tíð, minnir IRF á týdningin at burturbeina leivdirnar á rættan hátt, og hevur IRF lagt eina vegleiðing út um, hvussu hetta verður gjørt.

IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur.

Eitt tað mest dálkandi at brenna hjá IRF eru seyðaskinn. Av hesi orsøk verður heitt á fólk at lata seyðaskinn til endurnýtslu hjá góðkendum móttakara. Les meira um krøvini frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni viðvíkjandi endurnýtslu av seyðaskinnum her.

Búnaðarstovan hevur skipanina viðvíkjandi stuðli til seyðaskinn um hendi. Reglugerð fyri veiting av stuðulsjáttan til føroysk seyðaskinn sæst her.

Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða burturbeindar á rættan hátt, og tað verður gjørt soleiðis:

  • Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu.
  • Tøm vemburnar.
  • Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdir frá fletting verða burturbeindar.
  • Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar. Finn títt kommunalu bingjupláss her.


Hví dálkar tað at brenna leivdir frá flettingini?
Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig. Fer hitin niður á 850 stig, viðførir tað dálkandi útlát í roykinum. Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vit heita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið, sigur IRF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder