Súsanna er 29 ár og búsitandi í Leirvík. Hon er útbúgvin sivilverkfrøðingur í kemitøkni frá Kungliga Tekniska Háskúlanum í Stokkhólmi. Eftir lokna útbúgving starvaðist hon sum prosessverkfrøðingur á biogassverki í Stokkhólmi. Hon hevur eisini starvast á Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu, og sum umhvørvisfólk á Kommunalu Brennistøðini í Tórshavn.
- Eg eri sera glað fyri møguleikan at royna meg sum umhvørvisleiðara hjá IRF. Eg havi stóran áhuga í burturkastøkinum, og serliga haldi eg tað vera spennandi at arbeiða við, hvussu vit kunnu gagnnýta tilfeingið í burturkasti á besta hátt. Fyrst og fremst mugu vit arbeiða við at minka um framleiðsluna av óneyðugum burturkasti, og tínæst mugu vit arbeiða fram ímóti at endurnýta og endurvinna sum mest, sigur Súsanna Berg.
- Saman við dugnaliga starvsfólkahópinum hjá IRF, verður tað spennandi at vera við til at føra IRF víðari fram á grønu kósini, soleiðis at vit eru klár at taka okkum av framtíðar avbjóðingum á umhvørvisøkinum, sigur nýggi umhvørvisleiðarin hjá IRF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald