Nýggja Móttøkuhøllin á Hagaleiti í Leirvík er nú liðug og verður í løtuni royndarkoyrd.
Hetta boðar IRF frá í dag.
IRF vísur á heimasíðu sínari á fleiri fyrimunur, sum nýggja høllin gevur felagnum:
- IRF og vinnan fáa betri umstøður til at skilja burturkast frá til endurvinning,
- Nýútbygda Brennistøðin og økta brenniorkan hjá IRF nú eisini fult gagnnýtt.
- Størsti parturin av burturkastmóttøkuni miðsavnaður á Hagaleiti (Sparir nógva tíð og orku hjá IRF og hjá vinnukundum felagsins)
- Betri umstøður at skilja blandað burturkast, og á henda hátt kann ein størri partur fara til endurvinning heldur enn at verða brendur.
- Brunnur, ið rúmar 450 m3
- Kvørn, ið verður mett at kvarna uml. 30 m3 av burturkasti um tíman. Kvarnað burturkast fyllir minni og er lættari at blanda við burturkastið í køstinum, og Hetta gevur javnari og betri brenning
- Magnet, ið tekur alt jarnið burturúr
Mynd: IRF
Umhvørvisligir og rakstrarligir fyrimunir, sambært IRF:
- Vinnan fær betri møguleikar at skilja burturkastið
- Vinnan fær møguleika sjálv at koma við sínum burturkasti
- Vinnan sleppur at lata stórt brenniburturkast beinleiðis til IRF á Hagaleiti
- IRF fær betri umstøður at skilja blandað burturkast
- Alt burturkast verður viðgjørt innandura, soleiðis at einki fýkur í náttúruni
- Við kvarnaðum burturkasti fær Brennistøðin betri og javnari brenning
- Borgarar og vinna fáa betri og støðugari tænastu frá IRF
- Jarn og annað tilfeingi fæst burtur úr brenniburturkastinum til endurvinning
- Minni av jarnleivdum verður í øskuni frá Brennistøðini
IRF skrivar til seinast, at høllin fer á mangan hátt at broyta mannagongdirnar á føroyska burturkast- og endurnýtsluøkinum, og hon gevur nýggjar møguleikar fyri skiljing og viðgerð av burturkasti. Rakstrarligu og umhvørvisligu fyrimunirnir eru nógvir, og høllin er eitt stórt stig á grønu kós felagsins og landsins.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald