Ískoytisreglurnar fyri nógv umrødda diabetesheilivágin, Ozempic, broyttust tann 25. november. Harvið kann heilivágurin gerast nógv dýrari enn áður, skrivar Steno Miðstøðin á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum.
Ískoytið, sum higartil hevur verið givið, verður eisini strikað á øllum reseptum, ið eru skrivaðar áðrenn tann 25. november.
Steno Miðstøðin heitir á diabetissjúklingar um at seta seg í samband við miðstøðina fyri at finna útav, um til ber framvegis at fáa ískoyti til heilivágin, ella um finnast skal ein annar heilivágur.
- Hevur kommunulækni veitt tær Ozempic-viðgerðina, so er tað kommunulæknan, tú skalt seta teg í samband við, ljóða boðini.
Ozempic heilivágur er upprunaliga ein heilivágur til diabetes-sjúklingar, men hann hevur eisini víst seg at vera sera gagnligur fyri fólk, ið stríðast við ovurvekt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald