Uttanlands

Ísland: Helst verður nýval í november

Samgongan er slitnað, og íslendski forsætisráðharrin fer í dag at heita á íslendska forsetan um at senda tingið til hús

Íslendski forsætisráðharrin Bjarni Benediktsson (Mynd: EPA)

Íslendski forsætisráðharrin Bjarni Benediktsson (Mynd: EPA)

2024-10-14 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stjórnarsamgongan í Íslandi er slitnað, og alt bendir á, at nýval verður í november. Núverandi valskeiðið skuldi annars vara til næsta heyst.

Bjarni Benediktsson, forsætisráðharri boðaði á tíðindafundi í gjár frá, at samgongan var slitnað, og væntast hann at útskriva nýval í dag, sum skal verða 30. november, skrivar íslendska kringvarpið RÚV.

Orsøkin til samgonguslitið millum Sjálfstæðisflokkin, Framsóknarflokkin og tey vinstra grønu, sum hava verið í stjórn saman síðan 2017, sigst at vera ósemja um m.a. tilflytarar og orkupolitikk.

Íslendski forsætisráðharrin sigur, at hann hevur gjørt alt fyri at fáa flokkarnar at semjast, men tað hevur verið til fánýtis. Stjórnin heldur eftir ætlan fram til nývalið, og er hon ikki før fyri at halda fram, fer hann at leggja frá sær sum forsætisráðharri, og so má ein fyribilsstjórn traðka til.

Sambært íslendska kringvarpinum skal Bjarni Benediktsson hitta íslendska forsetan Halla Tómasdóttir klokkan tíggju føroyska tíð. Á fundinum fer íslendski forsætisráðharrin at biðja hana senda tingið til hús.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder