![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Íslendski uttanríkismálaráðharrin, Guðlaugur Þór Þórðarson, vitjar í hesum døgum í Føroyum.
Fyrrapartin í dag skal hann á fund við føroyska landsstýrismannin í uttanríkismálum, Jenis av Rana. Fundurin verður í Tinganesi. Á skránni er handilsviðurskifti landanna millum, skrivar heimasíðan hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum.
Í dag verður eisini vitjað á garðinum á Vatnaskørðum hjá Sigerti Paturssyni, formanni í Bóndafelagnum, og hjá Krás í Hósvík.
Seinnapartin luttaka Jenis av Rana og Guðlaugur Þór Þórðarson á ráðstevnuni "Brexit, møguleikar og avbjóðingar", har teir fara at røða um hvørjar møguleikar og avbjóðingar Brexit hevur fyri ávikavist Føroyar og Ísland. Ráðstevnan er partur av FaroExpo 2020 í Runavík.
Guðlaugur Þór Þórðarson kom til Føroya í gjár og fer av landinum aftur sunnudagin 25. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald