Ein av teimum mest umtalaðu stuldrunum í íslendskari rættarsøgu hevur nú fyribils fingið ein enda við tað at skuldsettu menninir nú hava fingið dóm.
Í farnu viku fall dómur móti sjey íslendskum monnunum, ið vórðu dømdir fyri at hava stolið 350 teldur og aðra útgerð til tess at fáa kryptogjaldoyrað Bitcoin burturúr.
Kendasti av teimum dømdu er Sindri þór Stefansson, sum eisini fekk tann harðasta dómin á 4,5 ára fongsul.
Sermerkt við málinum er, at umrøddu teldurnar ikki eru funnar, og harvið heldur ikki talgilda gjaldoyrað, sum er stolið.
Nakað annað, sum hevur givið hesum málinum altjóða umrøðu er, at Sindri Stefansson flýggjaði úr íslendskum fongsli og víðari av landinum í sama flogfari, har sjálvur íslendski stjórnarleiðarin, Katrin Jakobsdóttir, eisini var við.
Sum skilst var ikki so trupult at bróta seg úr fongslinum. Hann fór bara út gjøgnum ein glugga og støðgaði einum hýruvogni, sum koyrdi hann á flogvøllin.
Har fekk Sindri þór Stefansson undir følskum navni fatur á einum flogferðaseðli við einum flogfari til Stockholm, men hann visti neyvan av, at Katrin Jakobsdóttir eisini var við flogfarinum.
Í eini samrøðu við The New York Times hevur Sindri sagt:
- Vit tosaðu ikki saman. Eg gjørdi meg lítlan fyri ikki at verða kendur aftur.
Ferðin eydnaðist fyri Sindra Stefansson. Ongin kendi hann aftur á flogfarinum. Hann kom til Svøríkis og víðari við toki, hýruvogni og ferju til Týsklands umvegis Danmark. Haðani fór Sindri til Amsterdam í Hollandi, har hann tó varð handtikin stutt eftir komuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald