Bussar í hundraðtali eru tiknir úr íslendsku akfarsskrásetingini, nú íslendska ferðavinnan er sett nærum á null.
Morgunblaðið skrivar, at bussfeløgini hava parkerað bussar í hópatali og tikið nummarpláturnar av teimum fyri á tann hátt at sleppa undan at skula gjalda fyri skráseting og trygging.
Orsøkin er, at bussarnir einki hava at gera, nú nærum ongi ferðafólk koma til Íslands.
Felagið Kynnisferðir eigur 90 bussar, men 85 av teimum standa nú parkeraðir við ongum nummarplátum.
Felagið Gray Line eigur 56 bussar, men bert ein av teimum koyrir í løtuni. Talan er um ein buss, ið tekur átta fólk.
- Umsetningurin er fallin hundrað prosent. Øll okkara 120 starvsfólk eru sett niður í tíð, jú hetta eru trongar tíðir, sigur stjórin Þórir Garðarsson við Iceland Motitor, ið er enska útgávan hjá Morgunblaðnum. Hann vónar, at íslendski staturin nú fer at koma ferðavinnuni til hjálpar, tí ivasamt er um feløgini hóra undan, tí fólkini, ið verða uppsøgd, skulu hava løn í uppsagnartíðini.
Ein fyriskipan varð sett í gildi í gjár, sum gevur hart raktum feløgum í ferðavinnuni møguleika at søkja statin um fíggjarliga hjálp, eitt nú til at rinda løn til upsøgd starvsfólk.
- Støðan er ræðulig. Eg rokni ikki við, at ferðavinnan kemur í gongd aftur innan fyri tað fyrsta árið, sigur Gunnar M. Guðmundsson, stjóri í felagnum SBA-Norðurleið, sum hevur sett 67 av sínum 80 bussum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald