Mentan

Íslendskt heimsnavn vitjar G! í summar

Kaleo hevur verið á G! Fetivalinum fyrr – men nógv er hent síðan

Jökull Juliusson er oddamaður í Kaleo. Myndin er frá eini konsert í Portugal í fjørsummar (Mynd: EPA)

Jökull Juliusson er oddamaður í Kaleo. Myndin er frá eini konsert í Portugal í fjørsummar (Mynd: EPA)

2024-11-28 12:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kaleo fer at seta gøtuvík á kók! Í dag er íslendski bólkurin eitt heimskent navn. Teir hava vitjað her fyrr, tá ið teir í 2014 spældu á spæliplássinum í Syðrugøtu.

Tá vóru teir ókendir, men tað broyttist fullkomiliga tvey ár seinni, tá ið teir brustu fram á altjóða pallinum við plátuni “A/B”. Tey flestu hava ivaleyst hoyrt hittið "Way Down We Go", sum bleiv eitt altjóða fyribrigdi.

Síðani hevur tað bara gingið ein veg hjá íslendsku stjørnunum: Yvir fýra milliardir stroymingar, Grammy-tilnevning, konsertir saman við Rolling Stones og framførslur á risafestivalunum Coachella og Lollapalooza.

Kaleo eru eisini kendir fyri síni stak vøkru sjónbond, ið teir hava tikið upp í íslendsku náttúruni. Vit mæla til, at tú fert at hyggja eftir nøkrum av hesum á Youtube!

G! Festivalurin er ovurfegin, at bjóða Kaleo vælkomnum aftur á G! Flotta umhvørvið á gøtusandi fer heilt víst at skapa eina ótrúliga uppliving við. Festivalurin verður hildin dagarnar 17. til 19. juli í 2025.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder