Uttanlands

Íslendskur politikari niðurger konufólk í fjaldari upptøku

Ljóðupptøkur, har politikarar viðgera starvsfelagar, kunngjørdar í íslendskum miðlum

Gunnar Bragi Sveinsson (Savnsmynd: EPA)

Gunnar Bragi Sveinsson (Savnsmynd: EPA)

2018-11-30 13:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi uttanríkisráðharrin í Íslandi, Gunnar Bragi Sveinsson, og fyrrverandi forsætisráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, eru drignir inn í eina politiska gølu eftir at ljóðupptøkur vórðu gjørdar av teimum og øðrum limum í Altinginum á eini barr nærhendis tingið.

Umframt teir báðar fyrrverandi ráðharrarnar, sum nú umboða Miðflokkin á Altingi fóru eisini floksfelagarnir Bergþór Ólason og Anna Kolbrún Arnardóttir og Karl Gauti Hjaltason og Ólafur Ísleifsson frá Flokki Fólksins við í selskapinum, ið varð ”tikið upp”.

Upptøkurnar eru gjørdar á eini almennari barr, har tey tosaðu so mikið hart, at tað kundi hoyrast við grannaborðini eisini.

Tíðarritið Stundin hevur avdúkað ljóðupptøkurnar, har kvinnur koma undir viðgerð. Ein verður sagt, ikki at vera líka ”heit” longur, og tí kanska ikki hevur somu møguleikar á komandi valinum. Fyrrverandi forkvinnan í altinginum, Unnur Brá Konrádsdóttir verður kallað ”kerfiskerling”, altso ein ómøguligu krakkaveldiskvinna, meðan tingbólkaleiðarin hjá Samfylkingini verður kallað ein ”apuköttur”.

Tingfólkini gera eisini gjøldur burtur úr eini tingkvinnu, ið er brekað og situr í koyristóli.

Kvinnuligi luttakarin í selskapinum hevur eisini eina frágreiðing um, hvussu mannfólk eru orðblind, meðan konufólk eru talblind.

Tá svarar Gunnar Bragi Sveinsson aftur: ”So er tað tí, at tær ikki hava tal á hvussu nógvum tær hava ligið við”.

At fyrrverandi uttanríkisráðharrin kemur við slíkum niðurgerandi viðmerkingum mótvegis konufólki, er óvæntað, tí hann var talsmaður fyri eini ST-ráðstevnu um, hvussu forðast kann fyri kynsligum órætti mótvegis kvinnum.

Gunnar Bragi hevur síðan biðið um umbering fyri at hava brúkt slíkar orðingar. Við Ríkisútvarpið segði hann í morgun, at hetta ikki vóru hóskandi orð at brúka.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder