2023-10-28 15:28
Ísraelsk jagarflogfør hava dripið Asem Abu Rakaba, leiðari fyri flogherin hjá Hamas, sum eisini var við til at leggja álopið 7. oktober til rættis.
Tað sigur ísraelski herurin IDF á sosiala miðlinum X, sum fyrr varð nevndur Twitter.
Í minsta lagi 1.400 fólk lótu lív í álopinum á Ísrael 7. oktober, og harafturat vórðu yvir 200 gíslar tiknir, og bert fáir teirra eru leyslatnir aftur, skrivar Ritzau.
Síðan 7. oktober hevur Ísrael framt fleiri álop á Gaza, og sambært palestinskum myndugleikum hava í minsta lagi 7.000 fólk latið lív í álopunum.
Les eisini: ST við áheitan um vápnahvíld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald