2023-12-10 14:57
Síðan kríggið millum Ísrael og Hamas byrjaði 7. oktober, eru 425 ísraelsk herfólk dripin, og 1.593 eru særd.
Tað sigur ísraelski herurin sambært ísraelskum miðlum, m.a. Times of Israel.
Meginparturin av teimum deyðu lótu lív í álopinum 7. oktober, men 97 herfólk hava eisini latið lív í mótólopum í Gaza.
Í Gaza siga myndugleikarnir, at í minsta lagi 17.700 palestinar eru dripnir, og at fleiri enn 48.780 eru særdir, síðan kríggið byrjaði. Eisini verður sagt, at 7.780 persónar eru saknaðir.
Les eisini: Ísrael lopið á 250 mál seinasta samdøgrið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald