Mótmælisgongur í flest øllum býum í Ísrael ímóti ætlanini hjá núverandi stjórnini at seta í verk nýggjar lógir, sum skulu avmarka valdið hjá Hægstarætti í landinum, hava eftir øllum at døma givið úrslit ói hvussu er fyribils.
Eftir at hundraðtúsundtals fólk, fakfeløg og partar av herinum hava mótmælt avgerðini hjá núverandi stjórn at seta í verk lóg, sum skal broyta grundlógina til frama fyri størri valdi til politisku skipanina, hevur forsætisráðharrin útsett ætlanina í góðan mánað við grundgevingini, at hann vil forða fyri borgarakríggi í landinum.
Fakfeløg og stórir partar av fólkinum í Ísrael við sjálvum forsetanum á odda hava ávarað sera høgravendu stjórnina um avleiðingarnar, um hon ger broytingar í grundlógini, sum minka um valdið hjá Hægstarætti.
Enn er óvist, hvat liggur aftanfyri hesi avgerðini. Mótmælisfólk halda, at hetta er bara ein spurningur um at útseta eina ætlan til tess at seta hana í gildi nakað seinni. Tí verður roknað við, at mótmælisgongurnar fara at halda fram.
Í gjár heitti ísraelski forsetin á stjórnina um at taka aftur ætlanina at seta í gildi nýggju lógina, tí hon fer at skunda undir møguleikan fyri borgarakríggi í landinum.
Hesum hevur forsætisráðharrin tikið til eftirtektar, tó at mangir eygleiðarar vilja vera við, at talan er einans um eina útseting av avgerðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald