Uttanlands

Ísraelsku álopini forða fyri vápnahvíld

Higartil hava yvir 18.000 fólk latið lív í Gazageiranum. Talið á falnum ísraelskum herfólkum er nú komið upp um hundrað

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-12-11 07:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

101 ísraelsk herfólk eru deyð, síðan landið fór undir innrásina í Gazageiranum, sum aftursvar fyri ógvusliga álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober.

Tað upplýsir ísraelski herurin fyri AFP tíðindastovuni.

Kríggið í Gazageiranum byrjaði eftir álopið 7. oktober, tá Hamas drap umleið 1.200 fólk, flestu teirra vóru sivilfólk.

Ísrael fór beinanvegin í mótálop við tøttum loftálopum og umfatandi hertøku bæði land- og sjóvegis.

Higartil hava 18.000 fólk latið lív í Gazageiranum, upplýsa heilsumyndugleikarnir í landøkinum, har Hamas hevur valdið.

Síðan álopið, tá Hamas tók 240 gíslar við aftur til Gazageiran, hevur høvuðskravið hjá hernaðarligu frælsisrørsluni verið, at palestinskir fangar í fongslum í Ísrael verða latnir leysir.

Í november var í eina viku støðgur í hernaðaratgerðinum. Partarnir brúktu vápnahvíldina til at býta um gíslar fyri fangar.

Her vórðu 80 ísraelskir og 25 útlendskir gíslar latnir leysir aftur fyri 240 fangar í ísraelskum fongslum.

Sambært Ísrael eru 137 gíslar framvegis eftir í Gazageiranum.

Katar, ið er meklari í blóðuga krígnum millum Ísrael og Hamas, boðaði í gjár frá, at tey framvegis royna at fáa í lag eina avtalu um vápnahvíld.

Men Katar ávaraði samstundir um, at møguleikarnir fækkast, tí Ísrael framvegis fremur ógvusligar bumbuatskóknir í Gazageiranum.

Í gjár bardu ísraelskir strísvagnar leiðina heilt inn í høvuðsbýin, Khan Younis, har suðuri í Gazageiranum.

Talan er um eitt umfatandi álop har suðuri í Gaza, sum fór í gongd, tá bardagarnir brustu á aftur eftir vápnahvíldina, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder