2019-10-29 09:22
Í september kom lagið "Still Be Gone", um miðjan oktober kom lagið "Lost in the Moment", og í gjár kom so triðja staklagið út av komandi EPini hjá Dan Olsen.
Fyrstu tvey løgini høvdu ikki verið útgivin fyrr, men triðja lagið, "It Was Only Yesterday" er eitt eldri lag, sum er komið út í nýggjum hami.
Umframt staklagið kom Dan Olsen eisini við nýggjari sjónbandaupptøku av lagnum.
Hendan framførslan varð tikin upp á Sornfelli í summar:
Fulla framleiðslan av lagnum er at hoyra her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald