Týsdagin boðaði Giuseppe Conte frá, at hann leggur frá sær sum fotsetisráðharri í Italia. Hetta gjørdi hann eftir poltiska órógv í eina tíð, og serliga orsakað av samstarvstrupulleikar við einum av varaforsetisráðharrunum og innanríkisráðharranum. Conte vildi verða við, at Matteo Salvini hevur arbeitt ímóti stjørnuni.
Stóri spurningurin í Italia hevur síðani verið, um forsetin, Sergio Mattarella, fór at upploysa stjórnina og útskriva nýval, ella um ætlanin var at fáa nýtt samstarv í lag.
Í gjárkvøldið helt Mattarella tíðindafund, og har boðaði hann frá, at hann hevði givið flokkunum til týsdagin at gera eina nýggja samgongustjórn. Um hetta ikki eydnast verður nýval. Hetta skrivar AFP tíðindastovan.
Stjórnarval var í Italia í fjør. Í landinum eru bæði ein forseti og ein forsætisráðharri
Uttanlands
Italia: Freistin til at gera nýggja stjórn er týsdagin
Forsætisráðharrin hevur lagt frá sær, og nú hevur forsetin givið greið boð til flokkarnar
Sergio Mattarella (Mynd: EPA)
2019-08-23 09:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald