Uttanlands

Italia letur landamørkini upp aftur í Juni

Eitt av teimum harðast raktu londunum av korona, Italia, letur landamørkini upp aftur um fáar vikur

Italia letur landamørkini upp aftur frá 3. juni (Mynd: EPA)

Italia letur landamørkini upp aftur frá 3. juni (Mynd: EPA)

2020-05-16 09:23 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Italska stjórnin hevur leygarnáttinum samtykt eina fyriskipan, ið loyvir ferðandi til og úr landinum frá 3. juni. Tað skriva fleiri italskir miðlar sambært TV2.

Italska blaðið La Repubblica skrivar, at sambært fyriskipanini verður latið upp fyri ES-londunum og londunum í Schengen umráðinum.  

Blaðið skrivar eisini, at núverandi reglurnar um sóttarhald í fjúrtan dagar verða strikaðar tá landamørkini lata upp aftur.

Sama dag sum landamørkini lata upp aftur, sleppa italiumenn eisini aftur at ferðast frítt í egnum landi.

Italia er byrja at slaka uppá tað harður tilmælini, ið landið settir í verk í mars mánað. Frá mánadegnum av sleppa italiumenn aftur at ferðast í egnum landspartum.

Sambært blaðnum La Stampa fer italska stjórnin at kunngera næsta stigið í upplatingini leygardaign klokkan 12

Italia er eitt tað landið, ið er harðast rakt av korona, har yvir 220.000 hava fingið staðfest smittuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder