Tað er ikki vanligt, at útlendskir stjórnarleiðarar eru til staðar, tá ein amerikanskur forseti verður tikin í eið, men hóast hetta hava fleiri evropeiskir leiðarar og politikarar fingið eina innbjóðing til innsetanina av Donald Trump i Washington í morgin.
Ein stjórnarleiðari, sum ætlar sær at luttaka, er italski forsæitsráðharrin Giorgia Meloni, boðar skrivstova hennara frá.
Meloni hevur hitt Trump tvær ferðir, síðan hann vann amerikanska forsetavalið í november. Seinast tey hittust var í bústaði hansara, Mar-a-Lago í Florida.
Onnur, sum eru boðin við, eru m.a. bretski politikarin Nigel Farage, og ungarski forsætisráðharrin Viktor Orbán, sum tó hevur boðað frá, at hann ikki verður til staðar í Washington mánadagin, franski Eric Zemmour, sum er formaður í politiska flokkinum Reconquête og tveir limir í týska flokkinum Alternative für Deutschland (AfD).
Allir fyrrverandi amerikanskir forsetar, sum enn eru á lívi – Bill Clinton, George W. Bush, og Barack Obama - luttaka eisini við maka, undantikið Michelle Obama.
Ríkmenn sum Tesla-stjórin Elon Musk, fyrrverandi Amazon-stjórin Jeff Bezos og Facebook-stovnarin Mark Zuckerberg eru eisini á gestalistanum.
Í ár verður innsetanin hildin innandura vegna kulda. Hetta verður fyrstu ferð síðan 1985, at innsetanin verður inni í Kongressbygninginum.
Les eisini: Innsetanin hjá Trump verður innandura
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald