Spanski Oscar-vinnarin, Penélope Cruz, hevur høvuðsleiklutin í italska filminum, sum Norðurlandahúsið og FIMFF sýnir sunnudagin 4. februar, klokkan 15.
“L’immensità” eitur filmurin (á donskum: Min enestående mor) á upprunamálinum, og merkir endaloysi ella ómetalig vídd. Filmurin fer fram í 1970’unum í Rom, har Borghetti familjan júst er flutt inn í ein av nýggju íbúðarblokkunum í býnum.
Familjustøðan er ikki góð; foreldrini, Clara og Felice, elska ikki hvørt annað sum fyrr, men megna heldur ikki fara hvør til sítt. Clara finnur ugga í kærleikanum til síni trý børn. Elsta barnið, Adriana, hevur gjørt sær dælt av, at eingin kennir hana í hesum nýggja grannalagnum, og velur tilvitað at koma út sum drongur og at skunda undir, at familjan fer í upploysn. Leikstjóri er Emanuele Crialese. Filmurin er frá 2022.
Atgongumerki fáast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald