Innanlands

Jan Schou fjórði serlæknin í kvinnusjúkum á Landssjúkrahúsinum

Tað hevur í fleiri ár verið sera trupult at fáa serlæknar í kvinnusjúkum í føst størv. Nú er játtan fingin úr serligu serlæknapuljuni

At Jan Schou er settur í fast starv fer at gera, at bíðitíðin hjá kvinnum verður styttri, skrivar Landssjúkrahúsið (Mynd: ls.fo)

At Jan Schou er settur í fast starv fer at gera, at bíðitíðin hjá kvinnum verður styttri, skrivar Landssjúkrahúsið (Mynd: ls.fo)

2020-05-13 13:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. mai byrjaði Jan Schou í føstum starvi sum yvirlækni á Skurðdeplinum. Hann hevur seinasta árið virkað sum vikarur á Landssjúkrahúsinum. Jan Schou gjørdist fjórði serlæknin í kvinnusjúkum, og tað merkir, at tað er fullmannað á økinum.

Hesum boðar Landssjúkrahúsið frá á heimasíðu sínari, har tað verður gjørt greitt, at hetta er sera umráðandi, og at Landssjúkrahúsið hevur tí strongt á at økja talið av serlæknum

- Tað hevur í fleiri ár verið sera trupult at fáa serlæknar í kvinnusjúkum í føst størv. Tí hevur gynekologiska og obstetriska økið í ávísan mun verið mannað av konsulentum seinnu árini. Hetta hevur verið ein kostnaðarmikil men neyðug skipan, tí stórur tørvur er á kanningum og viðgerð fyri kvinnusjúkur, og tykist tørvurin vera vaksandi. Av somu orsøk er bíðitíðin eisini vaksin.

Sostatt sleppa kvinnur skjótari til viðgerð nú. Játtanin til fjórða serlæknan í kvinnusjúkum. er komin úr serligu serlæknapuljuni, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum umsitur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder