Innanlands

Janet er fyrsti kvinnuligi forsetin í NEAFC

Verður eisini fyrsta kvinnan, ið stendur á odda fyri North East Atlantic Fisheries Commission við høvuðssæti í London

Janet S. Nørregaard

Janet S. Nørregaard

2020-11-17 11:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Janet S. Nørregaard, fulltrúi í Fiskimálaráðnum, er vald til forseta fyri felagsskapin NEAFC. Hon tekur við á nýggjárinum. Hetta er á fyrsta sinni, at Føroyar hava forsetan í hesum fiskivinnusamstarvinum, og Janet S. Nørregaard er eisini fyrsta kvinna, sum er vald til ovasta leiðara fyri henda felagsskap, skrivar heimasíðan hjá Fiskimálaráðnum.

Janet S. Nørregaard starvast sum fulltrúi í Fiskimálaráðnum, har hennara arbeiðsøki er innan fiskiveiðisamráðingar, harundir at umboða Føroyar í millumlanda fiskiveiðifelagsskapum, umframt fiskivinnupolitisk viðurskifti sum heild.

Janet er í løtuni varaforseti í NEAFC, og avloysir nú Jacques Verborgh, sum hevur sitið sum forseti í fýra ár umboðandi ES-felagsskapin.

39. ársfundurin hjá NEAFC – tað stendur fyri North East Atlantic Fisheries Commission – varð hildin í farnu viku. Vanligt hevur verið at halda ársfundin í London, har NEAFC hevur høvuðssæti, men sum avleiðing av Covid-19 varð fundurin hildin talgildur hesaferð.

Føroyar luttaka í NEAFC saman við Grønlandi í eini felags sendinevnd undir heitinum Denmark in respect of the Faroe Islands and Greenland (DFG). Í føroysku sendinevndini vóru umboð fyri Uttanríkis- og mentamálaráðið, Fiskimálaráðið, Vørn og Reiðarafelagið.

Innan NEAFC samstarva limalondini Føroyar/Grønland (DFG), ES, Ísland, Noreg, Russland og Stóra Bretland, ið gjørdist sáttmálapartur í heyst, um skipanir fyri fiskiskapi í altjóða sjógvi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Fiskimálaráðið skrivar soleiðis um ársfundin:

Á ársfundinum vórðu uppskot løgd fram um at skipa fiskiskapin í 2021 eftir kongafiski, makreli, svartkjafti, norðhavssild og ávísum djúphavsfiskasløgum.

Fiskiskapurin eftir kongafiski í Irmingerhavinum hevur fingið nógva umrøðu á ársfundunum hjá NEAFC seinastu árini. Hóast ráðgevingin frá ICES áhaldandi hevur verið ikki at loyva fiskiskapi, hevur tað ikki eydnast at fáa undirtøku fyri ráðgevingini frá nóg mikið av limalondum, serstakliga tí Russland hevur eina aðra fatan av støðuni í stovninum. Men á hesum sinni varð uppskot frá strandarlondunum Føroyum, Grønlandi og Íslandi um ikki at loyva fiskiskapi í 2021 samtykt.

Fiskiskapur eftir búrfiski bannaður
Ársfundurin viðgjørdi eisini fiskiskapin eftir kongafiski í Norðurhøvum. Tvey uppskot vórðu viðgjørd – eitt frá Noregi og Russlandi og eitt frá ES – men hvørki fekk nóg dygga undirtøku at verða samtykt.

Føroyar hava seinastu nógvu árini fiskað nakað av búrfiski í altjóða sjógvi. Hesin fiskiskapur er ikki fallin í góða jørð hjá eitt nú ES, sum aftur hesaferð setti fram uppskot um at banna fiskiskapi eftir búrfiski. Árini undan hevur eydnast Føroyum at fáa stuðul frá øðrum limalondum, so uppskotið hjá ES ikki hevur verið samtykt, og fiskiskapur hevur kunnað verið loyvdur, men hetta eydnaðist ikki á hesum sinni.

Noreg legði fram uppskot til samtyktar um norðhavssild, sum í høvuðsheitum tók til eftirtektar, at strandarlondini  teirra millum eru vorðin samd um at fylgja vísindaligu ráðgevingini um hámarksveiðu og ásetti eina skyldu at boða frá, hvussu fiskiskapurin verður skipaður hjá teimum einstøku londunum. Harumframt er ásett, at bert limalond í NEAFC kunnu fiska norðhavssild.

ES legði fram líknandi uppskot um svartkjaft. Full semja var um bæði hesi uppskotini.

Viðvíkjandi makreli varð avgjørt at bíða við at taka avgerð, til strandarlondini seinni henda mánaðin aftur hava havt samráðingar um skipan av fiskiskapinum í 2021.

Umframt vórðu viðgjørd viðurskifti um eftirlit við fiskiskapinum og onnur umsitingarmál – harundir áheitan á ICES um ráðgeving um fiskiskap í 2021.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder