2024-01-24 18:39

Janus Wiberg Mortensen sum seinastu árini er komin við fleiri landaplágum verður millum luttakararnar í danska Melodi Grand Prixnum, sum verður leygardagin 17. februar.
Tað verður við lagnum "I Need Your Love". Hetta skrivar miðilin Herognu í dag.
Í fjør var Rani Petersen, eisini nevndur "Reiley" við í danska Melodi Grand Prixnum, og hann stóð eftir sum vinnari og slapp harvið at umboða Danmark í stóra Eurovision, sum í fjør var í Liverpool.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald