Uttanlands

Japan fingið nýggjan forsætisráðharra

Japanska tjóðartingið hevur í dag valt Yoshihide Suga til forsætisráðharra

Fagnaður eftir atkvøðugreiðsluna, har Yoshihide Suga varð valdur til forsætisráðharra (Mynd: EPA)

Fagnaður eftir atkvøðugreiðsluna, har Yoshihide Suga varð valdur til forsætisráðharra (Mynd: EPA)

2020-09-16 08:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag valdi tjóðartingið í Tokyo Yoshihide Suga til nýggjan forsætisráðharra, eftir at Shinzo Abe hevur lagt frá sær.

Sostatt verður Yoshihide Suga tann fyrsti nýggi leiðarin í Japan í gott átta ár.

71 ára gamli Suga var leiðari í stjórnardeildini og talsfólk hjá japansku stjórnini, og nú er hann valdur til forsætisráðharra við 314 av 462 atkvøðum í japanska undirhúsinum.

Tað er stjórnarflokkurin, Liberali demokratiski flokkurin (LDP), sum hevði meirilutan saman við flokkinum Komeito, skrivar Ritzau.

At Suga verður valdur til forsætisráðharra er ikki óvæntað, eftir at hann varð valdur til floksleiðara hjá LDP mánadagin.

Les eisini: Yoshihide Suga nýggjur leiðari í japanska stjórnarflokkinum

Tað var 28. august, at nú fyrrverandi japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, ið er longst sitandi forsætisráðharrin í japanskari søgu, boðaði frá, at hann fór at leggja frá sær vegna sjúku.

Seinni í dag væntast Suga at útpeika sínar ráðharrar, og sambært japanskum miðlum ætlar hann at varðveita fleiri av ráðharrunum úr stjórnini hjá Abe.

Nýggi forsætisráðharrin sigur seg vilja hava eina stjórn, sum arbeiðir fyri fólkið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder