Innanlands

Jarðfrøðingarnir høvdu trygdarskeið

Tær varnaðust ongantíð vandan – tú brúktu tær ikki trygdarútgerðina í Sandoyartunnlinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-17 12:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Teir báðir jarðfrøðingarnir hjá Jarðfeingi, sum fríggjadagin vóru fangaðar inni í Sandoyartunnlinum meðan ein ljósmotorur brendi, merktu ongantíð til royk. Ikki fyrr enn tey sóu ljósini frá sløkkiliðsbilinum, sum kom eftir teimum, løgdu tær til merkis, at luftin ikki var so góð.

Tí harmast tær um, at fólk hava fingið fatan av, at tær ikki vóru fyrireikaðar til eina slíka vandastøðu eftir at hava hoyrt teirra frágreiðingar í útvarps- og sjónvarpstíðindunum fríggjakvøldið.

Ta uppfatanina fingu vit eisini her á Portalinum og Blaðnum Vikuskifti, og út frá teirri uppfatanini, varð oddagreinin í Blaðnum Vikuskiftið leygardagin skrivað.

Tær hava sent okkum hesa frágreiðing:

“...  vit (hava) báðar tikið trygdarskeið og vóru væl kunnaðar um trygdina í tunlinum. Tað merkir eisini at vit vistu hvat vit skuldu havt gjørt, um vit mettu, at vit vóru í vanda.

Vit høvdu IKKI nakran varhuga av (ella orsøk til at halda), at vit vóru í vanda, av tí at har hvørki var nakar eldur ella roykur at síggja, har vit arbeiddu. Luftin var rein og góð allan vegin, og tað var ikki fyrr enn teir seinastu 10 minutturnar, at vit merktu nakað sum helst í luftini. Tað var ikki tjúkkur roykur, luftin var bara eitt sindur meira støvut og tung, og so skjótt vit løgdu merki til, at luftin byrjaði at bliva í so tung, sóu vit lyktirnar frá bilinum og vistu, at vit sluppu út.

Høvdu vit ikki sæð ein bil tá, so høvdu vit vent við og farið inn í containaran, so trupulleikin var als ikki, at vit ikki vistu hvussu útgerðin skuldi brúkast, ella hvat vit skuldu gera. Vit merktu ongan vanda og høvdu tí onga orsøk til at brúka útgerðina.” 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder