Fólkatingsval verður 5. juni, og valstríðið er byrjað.
Í hesum sambandi bjóðaði danska sjónvarpsrásin DK4 øllum flokkum 10 minuttir, har teir frítt kundu greiða frá sínum politikki.
Hóast danir ikki kunnu velja Javnaðarflokkin, gjørdi flokkurin av at taka av hesum tilboði.
Orsøkin var, sambært Sjúrða Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, m.a. at norðuratlantiska umboðanin hevur fingið nógva umrøðu í Danmark síðani tríggir flokkar - m.a. Tjóðveldi - boðaðu frá, at teir ætla at gerast partur av donskum samgongusamráðingum eftir valið.
Hetta var eitt gott høvi til at greiða dønum frá, hví Javnaðarflokkurin hevur eina aðra støðu, sigur hann.
Frágreiðingin hjá føroyska fólkatingsmanninum sæst omanfyri.
Sí eisini: Tjóðveldi 13 minuttir á DK4
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald