Innanlands

Javnaðarflokkurin bíðar eftir Tjóðveldinum

Tað verður ikki sett nýtt landsstýrisfólk fyrr enn í næstu viku í fyrsta lagi

Um fleiri broytingar verða í Tinganesi, ella ein

Um fleiri broytingar verða í Tinganesi, ella ein "einføld útskifting verður gjørd" er framvegis óvist. Aksel Johannesen, formaður Javnarfloksins og løgmaður, skal taka eina avgerð (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-11-01 11:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru átta dagar síðani, at Ingilín Didriksen Strøm í Javnaðarflokkinum bað løgmann um at loysa seg úr starvi, av tí at misálitsmálið mótvegis henni stóð til at verða atkvøtt ígjøgnum.

Aksel V. Johannesen, formaður floksins og løgmaður, segði í tinginum hendan hósdagin, at Javnaðarflokkurin fór at hyggja uppá avloysara til embætið sum landsstýrisfólk í umhvørvismálum.

[object Object]
Ingilín Didriksen Strøm fer úr Tinganesi og í Løgtingið. So er spurningurin, hvør skal avloysa hana sum landsstýrisfólk (Mynd: Jens Kr. Vang)

Dagin eftir almannakunngjørdi Høgni Hoydal, at hann gevst sum formaður í Tjóðveldi. Harvið skal størsti samstarvsflokkurin hjá Javnaðarflokkinum hava nýtt forfólk.

Hetta fer fram við eykaflokstingi á Hotel Føroyum í morgin leygardagin frá klokkan 12.

Sí eisini: Tað verður Bjørt ella Sirið

Sí eisini: Hervør verður næstforkvinna

Javnaðarflokkurin hevur keypt sær nakað av tíð og bíðar nú eftir útfallinum av hesum. Júst hvørja ávirkan tað hevur fyri løgmansflokkin, hvørt tað verður Sirið Stenberg ella Bjørt Samuelsen er eitt sindur óvist.

Men í øllum førum so kann tað helst ávirka, hvat valið verður. Spurningurin er, um onkur størri "rokada" verður. 

Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum. Um Bjørt Samuelsen verður vald sum forkvinna í Tjóðveldi, leggur hon frá sær sum løgtingsforkvinna.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder