2021-08-24 17:52
Leygardagin 28. august verður landsfundurin hjá Javnaðarflokkinum hildin í Marghøllini í Sørvágs skúla.
Flokkurin boðar frá, at landsfundurin verður settur kl. 09.30, og at á skránni verður millum annað gestarøða, sum í ár verður hildin av Súna Selfoss, formanni í Starvsfelagnum, formansrøða hjá Akseli V. Johannesen og politiskt orðaskifti.
Landsfundurin endar kl. 17.00. Allir limir hava møti- og talurætt á fundinum, skrivar Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/08/24/890x590/1629817862x5g7mjq2ss.jpg)
Súni Selfoss stendur á skránni sum gestarøðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald