Innanlands

Javnaðarflokkurin skipar fyri ruddingartiltaki

Val skal vera um eitt ár ella so, og mátarnir at koma í samband við veljararnar eru ymiskir

2018-08-07 23:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í annaðkvøld klokkan 18 skipar Javnaðarflokkurin fyri einum øðrvísi tiltaki, sum verður nevnt politisk plogging. Ploggað verður samstundis í Klaksvík, í Eysturoynni, í Tórshavn og á Tvøroyri.

Tað skrivar Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi í kvøld.

- Hevur tú hoyrt um plogging? Plogging er ein samanseting av at jogga og at taka burturkast upp úr náttúruni samstundis (úr svenskum: at plocka upp). Hevur tú hoyrt um politiska plogging? Tað er tá vit plogga og tosa um umhvørvispolitikk samstundis, sigur flokkurin.

- Í Javnaðarflokkinum verður dentur lagdur á, at vit hava skyldu til at verja umhvørvið og at ganga á odda fyri burðardygga, samhaldsfasta samfelagnum. Hetta eru týdningarmiklir tættir í sosialdemokratisku hugsjónini, sum ikki bara ganga aftur í politisku avgerðum floksins, men eisini vísast í verki. Tí verður skipað fyri politiskari plogging kring landið mikukvøldið 8. august kl. 18.

- Endamálið við tiltøkunum er at rudda náttúruna, samstundis sum luttakararnir hava hugarok um, hvørji politisk átøk kunnu gerast á orku- og umhvørvisøkinum. Eisini verður lagt upp til eina hugnaliga løtu aftaná, har prátað verður um, hvat luttakararnir eru komnir fram til.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder