Enski guittarsnillingurin Jeff Beck er deyður, 78 ára gamal. Hetta varð boðað frá á Twitter-vanganum hjá Jeff Beck í gjár.
Upplýst varð, at tónleikarin doyði týsdagin eftir at vera smittaður við meningitis.
Jeff Beck gjørdist kendur í enska rokkorkestrinum The Yardbirds, tá hann í 1965 kom upp í bólkin í staðin fyri Eric Clapton. Seinni stovnaði hann sítt egna orkestur, Jeff Beck Group.
Tónleikatíðarritið Rolling Stone hevur kosið Jeff Beck fyri at vera millum mest týðandi gittaristar í heiminum. Hann varð kendur fyri sín serliga teknikk, og verður hildin at vera tann, ið skapti tónleikasjangruna bluesrokk.
Í 2015 varð Beck av Rolling Stone kosin nummar fimm at teimum bestu gittaristunum nakrantíð. Hann hevur dupultan limaskap í Rock and Roll Hall of Fame, bæði sum limur í The Yardbirds og sum solistur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald