Innanlands

Jenis av Rana á fund við danska verjumálaráðharran

Fundurin millum Jenis av Rana og Trine Bramsen verður talgildur – Teir báðir ráðharrarnir skulu m.a. umrøða málið um radaran á Sornfelli

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum (Savnsmynd)

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum (Savnsmynd)

2021-01-18 14:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í morgin fer Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum á fund við danska verjumálaráðharran, Trine Bramsen.

Á fundinum, sum verður talgildur, skulu tey bæði m.a. umrøða málið um ein møguligan nýggjan radara á Sornfelli.

Fundurin, sum verður talgildur, verður hildin í serligum trygdarrúmi hjá Arktisk Kommando, sum hevur serliga samskiftisútgerð, av tí at talan er um týðandi trygdarpolitisk mál.

Landdstýrismaðurin sigur, sambært Kringvarpinum, at hann vil hava ítøkiligar upplýsingar um radaran og støðuna í Arktis frá danska ráðharranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder