Innanlands

Jenis: Talan er um persónlig viðurskifti

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum vil ikki svara fyrispurninginum hjá Ingilín Didriksen Strøm um, hvørt hann er koppsettur ella hevur verið í sóttarhaldi eftir eitt brúdleyp í oktober mánað

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-11-22 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrst í hesum mánaðinum bar Dimmalætting tíðindini um, at Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum hevði verið í brúdleypi hjá miðflokkatingmanninum Steffan Klein Poulsen síðst í oktober, har fleiri vórðu smittað við koronu. Síðani fór landsstýrismaðurin til Danmarkar, har hann luttók í fleiri tiltøkum.

Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, setti tí landsstýrismanninum fyrispurning um, um hann hevði latið seg koppseta fyri koronu fyri at kunna røkja sítt starv.

Eisini spurdi hon, um hann hevði verið í brúdleypinum, har fleiri gestir seinni hava fingið staðfest koronu, og, um hann hevði verið í sóttarhaldi eftir hetta.

Tá málið varð tikið upp í Breddanum í farnu viku, segði landsstýrismaðurin, at hann ikki ynskti at avdúka, um hann var koppsettur, ella um hann hevði verið smittaður við koronu.

– Tað vil eg ikki útseta meg sjálvan ella míni nærmastu fyri, segði hann.

Les eisini: Jenis av Rana hevur ongar trupulleikar at ferðast uttanlands

Og í svarinum til fyrispurningin hjá Ingilín Didriksen Strøm, vil hann heldur ikki siga, um hann er koppsettur, hevur verið í sóttarhaldi, ella um hann hevur verið í einum ávísum brúdleypi. Tað eru persónlig viðurskifti, sigur hann.

– Ásett er í § 52 a, stykki 1 í tingskipanini, at tingmenn kunnu seta løgmanni og landsstýrismonnum skrivligar spurningar um almenn viðurskifti. Hvørvítt persónur, sum til eina og hvørja tíð røkir landsstýrissess, er koppsettur ella tekur ávísan heiligvág e.l., hoyrir ikki undir almenn viðurskifti. Her er talan um persónlig (heilsu)viðurskifti hjá landsstýrismanninum.

– Leggjast kann afturat svarinum, at aftanfyri spurningar spyrjarans, í besta føri, eisini goymir seg tann misskiljing, at koppseting er ein fyritreyt fyri at røkja týdningarmiklu embætini sum landsstýrisfólk. So er ikki – hvørki sambært stýrisskipanarlóg ella aðrari yvirskipaðari lóg.

Alt svarið hjá landsstýrismanninum kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder