Innanlands

Jenis vónar at Hoyvíkssáttmálin kann halda fram eftir nýggjár

Fer á fund við íslendska uttanríkisráðharran í morgin – andstøðan øtast inná, at landsstýrismaðurin handlar beint móti tingsins samtykt

Jenis av Rana (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jenis av Rana (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-12-11 13:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgin fer Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum, á fund við íslendska uttanríkisráðharran Guðlaug Þór Þórðarsson. Hetta hendir í Keypmannahavn, og endamálið við fundinum er at samráðast um ein nýggjan Hoyvíkssáttmála.

Hetta upplýsti Jenis av Rana á løgtingi í dag. Christian F. Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin vildi hava Jenis av Rana at greiða frá, hvør støðan við fríhandilsavtaluni við Ísland, sokallaða Hoyvíkssáttmálanum, er.

Christtian Andreasen vísti í sambandi við fyrispurningin á, at tað skapar stóra óvissu, at undanfarna landsstýrissamgongan hevur sagt Hoyvíkssáttmálan upp uttan at hava nakað at seta ístaðin.

Jenis av Rana harmaðist eisini um avgerðina hjá undanmanni sínum at siga sáttmálan upp, og ásannaði, at vón hansara er, at Hoyvíkssáttmálin kann halda fram við nøkrum tillagingum.

Hann greiddi frá, at orsøkin til at sáttmálin varð uppsagdur bygdi á avgerðina hjá undanfarnu samgonguni um at banna útlendingum at eiga í føroyskari fiskivinnu. Men ætlanin hjá núverandi landsstýri er at fara aftur til gomlu skipanina viðvíkjandi eigaraviðurskiftunum, og tí er ikki átroðkandi at Hoyvíkssáttmálin verður uppsagdur, helt landsstýrismaðurin, sum tó vísti á, at tað eru føroysk ynski um at fáa broytt nøkur viðurskifti, eitt nú viðvíkjandi møguleikanum hjá Føroyum at selja apotekaravørur og landbúnaðarvørur til Íslands og at sleppa at avreiða loðnuna, sum verður fiskað í íslendskum sjógvi í Føroyum.

Jenis av Rana segði seg vóna at koma á mál við eini nýggjari avtalu á fundinum í Keypmannahavn í morgin. Hann segði seg vóna at verandi Hoyvíkssáttmáli kundi halda fram, men legði dent á, at tað í síðsta enda er uttanlandsnevndin og løgtingið, sum eiga endaliga avgerðina.

Samráðist ímóti vilja tingsins
Andstøðutinglimir øtaðust við, at landsstýrismaðurin fer til samráðingar við einum endamáli, sum gongur beint ímóti tingsins vilja.

Tey vístu á, at løgtingið hevur avgjørt at siga sáttmálan upp, og at galdandi lóg eisini sigur, at útlendingar ikki mugu eiga í føroyskari fiskivinnu.

Ein ætlan í einum samgonguskjali er ikki bindandi, vístu tey á.

- Er tað í tráð við stýrisskipanarlógina, at landsstýrismaðurin samráðist ímóti tingsins avgerð, og uttan nakra ráðførðslu við uttanlandsnevndina? spurdi Høgni Hoydal.

Eisini Aksel V. Johannesen mælti landsstýrismanninum frá at binda landsstýrið til eina avtalu uttan at tingið er eftirspurt í málinum.

- Lógin sigur greitt, at útlendskur ognarskapur skal úr fiskivinnuni. Um landsstýrismaðurin ger semju um nakað annað, er tað beinleiðis ólógligt, helt Kristina Háfoss.

Spurningurin um ivasama leiklutin hjá íslendska felagnum Samherja hf. í Namibia varð eisini drigin fram. Leikluturin hjá Samherja í Føroyum eigur at kannast gjøllari áðrenn landsstýrismaðurin ger nýggja avtalu, helt Bjørt Samuelsen, og Ruth Vang vísti á, at føroyski eftirlitsmyndugleikin jú ikki er brynjaður til at hava eftirlit við útlendskum aktørum, og tí eiga hesi viðurskifti at verða betri lýst.

Jenis av Rana vissaði um, at uttanlandsnevndin verður ráðførd áðrenn nøkur avgerð verður tikin um eina møguliga leinging. Uttanlandsnevndin fær væntandi kunning um hetta fríggjadagin.

- Men vit kunnu eisini bara lata sáttmálan ganga út á nýggjárinum. Men eg vóni ikki, at tað hendir, tað vildi verið púra óforsvarligt, segði Jenis av Rana. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder