Uttanlands

Jens-Frederik Nielsen skal hitta Jeff Landry

Serliga amerikanska sendifólkið lendi í Nuuk sunnudagin, og nú er greitt, at hann skal hitta grønlendska stjórnarleiðaran

Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-18 07:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin lendi serliga amerikanska sendifólkið, Jeff Landry í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, har hann skal vitja næstu dagarnar, og nú er greitt, at hann eisini skal hitta grønlendska landsstýrisformannin, Jens-Frederik Nielsen.

Tað váttar Jens-Frederik Nielsen fyri TV2.

Hvat dagsskráin er fyri fundin, ella nær hann verður, er tó ikki váttað.

Amerikanski sendimaðurin í Danmark, Ken Howevery lendir eisini í Grønlandi í dag. Hann og Landry skulu m.a. luttaka á einari vinnustevnu í Nuuk, og lata upp nýtt amerikanskt konsulát í grønlendska høvuðsstaðnum, skrivar Ritzau.

Um hetta er fyrsta vitjanin hjá Landry í Grønlandi er ógreitt. Í mars varð hann boðin til hundasletukapping í Grønlandi av einari ferðavinnufyritøku, men hetta fall ikki í góða jørð hjá fyriskiparunum, og varð innbjóðingin tikin aftur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder