Innanlands

Jens-Kjeld harmaðist um at høvuðsboðskapurin ikki kom fram

Londini í útnorði eiga at samstarva fyri at forða fyri at innræsnar plantur ikki sleppa at køva uppruna plantulívið

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-10-27 22:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sigast má, at umframt at vera ein framúr miðlari av vitan um náttúruvitanina, so dugir Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy eisini væl at halda einum loyndarmáli.

Í tríggjar dagar hevur hann vitað, at tað var hann, ið fór at vinna Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Men bæði í útvarpssamrøðum og í práti við Kára Mikkelsen í Norðurlandahúsinum í kvøld undan sjálvum virðislønarhátíðarhaldinum, kom hann ongantíð at viðganga, at tað var hann, ið hevði vunnið.

Tí kom tað óvæntað fyri øll onnur enn Jens-Kjeld sjálvan og konuna, Maritu Gulklett, tá tað varð avdúkað, at danskarin í Nólsoy hevði vunnið umhvørvisvirðislønina.

- Eg eri ikki nakar vísundamaður. Eg eri bara danskari og kokkur við stórum áhuga fyri náttúruni, segði hann skemtandi, tá hann varð spurdur nærri um sítt vísundaliga virksemi.

Í takkarrøðu síni takkaði hann serliga konu sínari Maritu, tí tað hevur verið hon, ið hevur havt ábyrgdina av at dagføra heimasíðuna, ið hevur verið drigin fram sum ein orsøk til, at norðurlendska umhvørvisvirðislønin nú kemur á eina hill í Nólsoy at standa.

Høvuðsboðskapurin kliptur úr
Boðskapurin hjá Jens-Kjeld í dag er at ansa betri eftir at føroyska og norðurlendska náttúran ikki verður órógvað av innræsnum – invasivum – plantum, sum køva tær upprunaligu planturnar.

Tí iðrar tað eisini Jens-Kjels, at hansara uppsangur til norrønu londini hesum víðkjandi ikki kom við í videosamrøðuni, ið varð gjørd við hann í sambandi við avdúkingina í kvøld.

- Mín áheitan til londini, kanska serliga Grønland, Ísland, Føroyar og Noreg er at arbeiða nógv tættari saman í stríðnum móti invasivu plantunum, so at tær verða støðgaðar á markinum, og ikki sleppa at verða innfluttar, segði Jens-Kjeld í Norðurlandahúsinum í kvøld.

[object Object]
Rókur Tummasarson, føroyskur limur í dómsnevndini, handaði Jens-Kjeld Jensen virðislønina í Norðurlandahúsinum í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

Grundgevingin
Grundgevingin fyri at geva Jens-Kjeld Jensen Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins ljóðar soleiðis, ótýdd:

“Jens-Kjeld Jensen tildeles prisen for sin store indsats for at sætte fokus på mangfoldigheden i den færøske natur. I over 40 år har Jens-Kjeld indsamlet viden og beskrevet alt fra lopper, mus og fugle til fossiler, svampe og buske i de færøske fjelde.

Som selvlært forsker og formidler har han i bøger og hundredvis af videnskabelige og populærvidenskabelige artikler oplyst færinger og fagfolk, og når det har været nødvendigt, har han advaret mod den trussel, som invasive arter og indgreb i naturen udgør mod den skrøbelige færøske natur.

Jens-Kjeld Jensen samarbejder med naturforskere verden over og har været med til at kortlægge over 350 nye arter på Færøerne. Han er kendt og respekteret blandt færinger og kollegaer for sit arbejde og har endda fået en art af natsværmere opkaldt efter sig. Mange færøske børn og voksne har gennem udflugter med børnehaven eller skolen fået indblik i naturens forunderlige verden, når de har besøgt Jens-Kjelds hjem på øen Nólsoy. Derfor er det også tit ham de kommer i tanker om og kontakter, når de senere i livet finder eller ser et eller andet spændende i naturen.

Jens-Kjeld Jensens bidrag til forståelsen og bevarelsen af mangfoldigheden i den færøske natur er uvurderlig, og han er et forbilledligt eksempel på, hvor meget en ægte ildsjæl kan udrette for en mere rig natur.

For denne indsats mener bedømmelseskomiteen, at Jens-Kjeld Jensen skal tildeles Nordisk Råds miljøpris 2020.”

Sí eisini norden.org https://www.norden.org/da/news/jens-kjeld-jensen-fra-faeroeerne-vinder-nordisk-raads-miljoepris-2020 

placeholder
placeholder