Mentan

Jens Pauli Heinesen heiðraður á 90 ára føðingardegnum

Jens Pauli Heinesen heiðraður á 90 ára føðingardegnum leygarkvøldið 12. november við stórslignum, fjøltáttaðum tiltaki í Norðurlandahúsinum

Á pallinum hetta kvøldið eru Føroya Symfoniorkestur

Á pallinum hetta kvøldið eru Føroya Symfoniorkestur

2022-11-07 09:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Suni Merkisstein er vertur og leiðir áskoðararnar gjøgnum kvøldið.

Stórfingin tónleikaverk eru sett út til seks yrkingar hjá Jens Paula Heinesen. Fimm av teimum seks verkunum verða frumframførd við Føroya Symfoniorkestri o.ø., harímillum lagið Sóleyan, sum kom út í fjør. Konsertin endar við kenda lagnum Eitt dýpi av dýrari tíð. Harumframt er upplestur og prát við ymisk kend fólk millum tónleikaframførslurnar.

Jens Pauli Heinesen telist millum Føroya mætastu rithøvundar. 12. november 2022 hevði hann fylt 90 ár.

Jens Pauli fór um sýn 19. juli 2011, men rúgvismikla skaldaverkið, hann legði eftir seg, livir og er enn til gleði og gagns fyri Føroya fólk. Høvundurin hevur uppiborið heiður fyri sítt stóra íkast til føroyskt mál og mentan og verður tí fagnaður á 90 ára føðingardegnum við stórum hátíðarhaldi leygarkvøldið 12. november 2022 kl. 20:00 í Norðurlandahúsinum.

Sjóneykan á seks yrkingar hjá Jens Paula
Hóast tær eru fáar, so eru yrkingarnar, sum Jens Pauli Heinesen skrivaði í lívi sínum, merkisverdar. Til heiðurs fyri høvundin og skaldaverk hansara verður sjóneykan nú sett á seks av yrkingum hansara, sum dóttirin, Elin Brimheim Heinesen, hevur gjørt løg til. Stórfingin symfoniskur tónleikur er settur út til løgini, og hesin verður framførdur á fagnaðarkonsertini. Fimm av seks verkum verða frumframførd. Fortíð og nútíð verða á henda hátt flættað saman og framtíðarinnar mentanararvur skaptur.

Hvør verður á palli?
Á pallinum hetta kvøldið eru Føroya Symfoniorkestur stjórnað av Bernharði Wilkinson, italski tónasmiðurin og konsertpianisturin Enzo De Rosa, sum hevur sett tónleikin út fyri symfoniorkestur og kór, kórini Tarira og Tórshavnar Manskór og Elin Brimheim Heinesen, sum verður sangsolistur.

Millum framførslurnar prátar Suni Merkisstein við Elina, Hanus Kamban, Anniku Hoydal, Sonna Smith, Bárð Persson, Unn Paturson, Enzo De Rosa og Gullu Øregaard.

Bergur Rasmussen ber fram kvøðu vegna Rithøvundafelag Føroya og Páll Danielsen lesur brot úr skaldskapi Jens Paula Heinesens.

Tónleikaverkini útgivin í næstum
Plátufelagið Tutl gevur tey seks tónleikaverkini út um stutta tíð.

Fýra av innspælingunum eru gjørdar við navnframa symfoniorkestrinum The Czech National Symphony Orchestra og kórinum Tarira, og tvær innspælingar eru gjørdar við The City of Prague Philharmonic Orchestra og Tórshavnar Manskóri.

Elin Brimheim Heinesen er sangsolistur í øllum seks innspælingunum.

Einki bar til uttan fígging
Øll verkætlanin hevur tilsamans kostað millum 600.000 og 700.000 krónur, so einki av hesum hevði kunnað latið seg gjørt uttan tey 265 privatfólkini, sum hava verið beinasom at veita teirra íkast til verkætlanina gjøgnum hópfígging, og Betri Samtakið, sum er høvuðsstuðul.

Harumframt hava MOWI, KT-húsið, OY, Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Mentanargrunnurin, Tórshavnar Kommuna og Vága kommuna veitt fígging, og onnur hava veitt ymiska aðra hjálp, sum hevur gjørt tað møguligt at geva tónleikin út og frumframføra hann í Norðurlandahúsinum 12. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder