Skulu Svøríki og Finnland gerast partur av verjusamgonguni Nato er neyðugt við góðkenning frá øllum teimum 30 núverandi limalondunum, og tað at Turkaland ikki ynskir at hava Svøríki og Finnland við í Nato kann gerast ein ein trupulleiki, sum ikki verður loystur áðrenn Nato-toppfundin síðst í hesum mánaðinum.
Tað sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari hjá Nato.
Áður hevur Stoltenberg annars sagt, at tey bæði norðurlendsku londini verða móttikin við opnum ørmum, men Turkaland hevur frá byrjan verið ímóti, at tey gerast partur av felagsskapinum.
Grundgevingin er m.a., at bæði londini hýsa limum úr kurdiska flokkinum PKK, sum í Turkalandi verður flokkaður sum yvirgangsfelagsskapur.
Og Stoltenberg sigur seg skilja Turkaland, og má ein hava í huga, at einki annað Nato-land hevur verið úti fyri fleiri yvirgangsálopum enn Turkaland, sigur hann.
Landið er eisini eitt týðandi sameint land, sum geografiskt liggur á einum strategiskum staði, vísir hann eisini á sambært DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald