Uttanlands

Jensen Huang skal vitna í Kongressini

Fyrrverandi stjórin í Nvidia hevur játtað at vitna innan tvær vikur.

Jensen Huang (Mynd: Patrick T. Fallon/AFP/Ritzau Scanpix)

Jensen Huang (Mynd: Patrick T. Fallon/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-13 15:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi forstjórin í Nvidia, Jensen Huang skal vitna í Kongressini innan amerikonsku høgtíðina Thanksgiving, sum verður hildin 26. november.

Jensen Huang fór frá sum stjóri í gjár, eftir at hann um vikuskiftið viðgekk at hava havt samband við vinnulívskvinnuna Alice Huang uttanfyri hjúnarlagið.

Les eisini: Jensen Huang farin frá sum stjóri í Nvidia

Alice Huang er undir illgruna fyri at njósnast fyri Kina, men bæði Alice Huang og Kina hava víst hesum aftur.

Hon er fyrrverandi stjóri í felagnum Megaspeed í Singapore, sum keypir telduflísar frá Nvidia, sum er heimsins fremsti framleiðari av telduflísum til vitlíki.

Myndugleikarnir í USA hava kannað Megaspeed orsakað av illgruna um, at felagið hjálpir kinesiska stýrinum við at fáa atgongd til framkomið tøkni, sum tað ikki er loyvt at selja til Kina.

Republikanski senatorurin Tim Scott, sum er formaður í bankanevndini hjá Senatinum, vil hava bæði Jensen Huang og amerikanska handilsmálaráðharran, Howard Lutnick at vitna.

Í dagføring á X sigur Tim Scott, at søgan um fyrrverandi stjóran í Nvidia vekir stúranir fyri trygdini hjá amerikonsku tjóðini og amerikanskari tøkni.

Sambært Ritzau hava fleiri amerikanskir politikarar sett spurnartekin við, um umsitingin hjá Donaldi Trump hevur havt nøktandi eftirlit við útflutninginum hjá Nvidia til Kina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder