Hann varð føddur 1. oktober 1924 í lítlu bygdini Plains í statinum Georgia. Sum ungur var hann bæði í amerikanska herflotanum og virkaði eiisni sum bóndi.
Síðani byrjaði politska yrkisleiðin hjá Jimmy Carter. Hann var guvenørur í Georgia í 1971-1975, og so setti hann eyguni eftir Washington D.C.
Carter stillaði upp í 1976 og vann á sitandi forsetanum Gerald Ford. Oljukreppa, stríð við kongressuna og stríðið við Sovjett í hæddini á Kalda Krígjnum vóru millum tað, sum settu sín dám á tíðina í Hvítu Húsunum.
Í 1980 stillaði Ronald Reagan upp ímóti Jimmy Carter, og republikanarin snøgt sagt hølvaði sitandi forsetan av.
Carter er ikki millum teir allarkendastu ella best umtóktu amerikansku forsetunum, men hann hevur havt dimplomatiskar leiklutir seinastu umleið 40 árini, og varð hann sanniliga heiðraður í gjár.
Ymsastaðni varð veruliga gjørt vart við, at Jimmy Carter hevði 100-ára føðingardag - millum annað í heimbýnum í Georgia og við Hvítu Húsini (Myndir: EPA)
Í gjár fylti Jimmy Carter 100 ár. Tað eru ikki so nógv, sum verða tað, og Jimmy Carter er tann fyrsti fyrrverandi forsetin í USA, ið hevur havt 100-ára føðingardag.
Sum vera man hevur Jimmy Carter havt nakrar heilsutrupulleikar seinastu árini. Kona hansara, Rosalynn Carter, andaðist í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald