Jarðarferðin hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Jimmy Carter verður 9. januar, upplýsir talsfólk hjá Hvítu Húsunum.
Núverandi amerikanski forsetin, Joe Biden hevur lýst 9. januar sum sorgardag fyri Carter. Hetta hevur m.a. við sær, at keypsskálararnar New York Stock Exhange og Nasdaq hava stongt tann dagin.
Les eisini: Biden lýst sorgardag í USA
Líkið av Jimmy Carter verður flutt til býin Atlanta, har tað um vikuskiftið fer at liggja í The Carter Center, sum er felagsskapurin hjá Jimmy Carter.
6. januar verður Carter flogin til Washington D.C., har hann væntandi fer at liggja í kongressbygninginum. Fleiri túsund fólk væntast at koma framvið at siga fyrrverandi forsetanum farvæl.
9. januar verður minningarhald í Washington National Cathedral, og sjálv jarðarferðin verður í heimbýnum hjá Carter, Plains í Georgia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald