Í gjár bórust tíðindini um, at tey fýra børnini hjá Joachim prinsi frá á nýggjárinum ikki longur eru prinsar og prinsessur.
Í eini samrøðu við danska Ekstra Bladet greiður yngri sonur Margrethu drotning frá, at hann og børnini eru ógvuliga hørm um avgerðina, sum drotningin hevur tikið.
Blaðið fangaði prinsin til eina stutta samrøðu á gøtuni uttan fyri donsku sendistovuna í Paris, har prinsurin býr.
- Eg fekk hetta at vita fimm dágar áðrenn tað varð kunngjørt. Til at fortelja børnum mínum, at á nýggjárinum verður samleikin tikin frá teimum. Eg eri ógvuliga harmur yvir at síggja tey so kedd og óskiljandi fyri avgerðini, sigur Joachim prinsur.
Les eisini: Missa síni kongaligu heiti næsta ár
Í gjár varð annars sagt frá kongshúsinum, at Joachim hevði havt kunnleika til avgerðina síðani mai mánaða.
Men hetta vísir prinsurin aftur í samrøðuni.
- 5. mai varð eg kunnaður um eina ætlan um at taka samleikan frá børnum mínum so hvørt, sum tey fylla 25 ár. Nú skal tað henda á nýggjárinum. Okkara yngsta, Athena, fyllir 11 ár í januar, svarar prinsurin, týðuliga merktur.
- Og so fekk eg fimm daga varsil, tá avgerðin varð framskundað.
Journalisturin hjá Ekstra Blated spyr eisini, hvussu henda avgerðin hevur hevur ávirkað viðurskiftina við mammuna, Margrethu drotning.
- Tað nýtist mær ikki at koma nærri inn á, er stutta svarið frá prinsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald