Innanlands

Jóannes Prestá settur sum fíggjarleiðari í Sunda kommunu

30-ára gamli skálamaðurin er Cand. Merc, og kemur úr starvi sum vinnuráðgevi hjá Bank Nordik. Hann byrjar í starvinum 1. juni

(Mynd: Sunda kommuna)

(Mynd: Sunda kommuna)

2020-04-30 18:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á býráðsfundi 27. apríl 2020 samtykti býráðið at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og seta Jóannes A. Prestá sum fíggjarleiðara.

Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari.

Jóannes hevur seinastu árini starvast sum vinnuráðgevi hjá Bank Nordik, og 30-ára gamli skálamaðurin er útbúgvin Cand. Merc. Finance and Investments omaná ein bachelor í HA Almen Erhvervsøkonomi. Útbúgvingarnar hevur hann tikið á  Copenhagen Business School (CBS).

Jóannes Prestá byrjar í starvinum í Sunda kommunu 1. juni 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder