Innanlands

Jobmatch meira enn trífaldað

71 fyritøkur og stovnar at bjóða seg fram í Norðurlandahúsinum hósdagin 29. desember

(Savnsmynd. Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd. Jens Kr. Vang)

2022-12-25 15:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Starvsstevnan varð fyriskipað fyri fyrstu ferð í Føroyum í 2011, og tá luttóku 21 fyritøkur og stovnar. Síðani er talið av luttakandi fyritøkum og stovunum meira enn trífaldað, og fara 71 fyritøkur og stovnar at bjóða seg fram í Norðurlandahúsinum hósdagin 29. desember. 

- OrsakaÐ av korona hevur ikki borið til at havt Jobmatch í Norðurlandahúsinum seinastu tvey árini, segði Katrin I. Gregersen, samskipari í Vikuskiftissendingini fríggjadagin.

- Í ár tykjast fyritøkur og stovnar at verða sera spent uppá at hitta vitjandi andlit-til-andlit. Harumframt er arbeiðsloysið metlágt, og tað man eisini verða viðvirkandi til stóra áhugan fyri Jobmatch, legði Katrin afturat.  

Kristina Arge og maðurin búðu í USA í 10 ár, og fyri tey var Jobmatch «hurðin» inn á føroyska arbeiðsmarknaðin.

[object Object]Kristina Arge

- Aftaná 10 ár í útlegd var okkara netverk í Føroyum avmarkað. Eg kom á tal við tríggjar ymiskar fyritøkur á Jobmacth, og tað var byrjanin til eitt starv í Føroyum, segði Kristina í Vikuskiftissendingini. 

Til ber at kunna seg um størv, fyritøkur og stovnar á heimasíðuni jobmatch.fo, har ber eisini til at skráseta seg og bíleggja eitt ella fleiri jobprát. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder