Tað hevur leingi verið gitt, at Joe Biden fór at kunngera sína uppstillan til komandi forsetaval í USA í 2024 í hesum mánaðinum. Og í morgun hendi tað so, at verandi forsetin almannakunnger sína uppstillan. Hann sigur, at hetta er fyri at gera arbeiðið liðugt, “finish the job”, sum hann málber seg. Tað er longu greitt, at fyrrverandi forsetin Donald Trump stillar upp til forsetavalið. So nú eru útlit til, at vit fáa eina endurtøku av valinum í 2020.
Nýggjar veljarakanningar vísa, at ein stórur meiriluti av amerikanarum vilja hvørki hava Biden eiheldur Trump at stilla upp til komandi forsetaval. Hetta ikki minst tí teir rætt og slætt eru ov gamlir.
Endar tað kortini við, at teir báðir aldrandi erkafíggindarnir skulu dystast aftur, so verður gitt, at Biden fer at vinna enn einaferð. Ikki tí hann er vælumtóktur men heldur av óttanum hjá ein stórum meiriluta av amerikanska fólkinum at fáa fýra ár aftrat við Trump í forsetasessinum.
Teir báðir skulu nú hvør í sínum lag til at vinna uppstillingina til forsetavalið. Enn hevur eingin demokratur av týdningi bjóðað seg fram, meðan tað í republikanska flokkinum verðir gitt, at vælumtókti guvernørurin í Florida deSantis fer at at stilla upp móti Trump. Hann liggur tó langt aftanfyri Trump í veljarakanningum. Umleið 70% av republikansku veljarunum vilja hava Trump til forsetavalevni. Stóri spurningurin er so, um møgulig komandi sakarmál móti Trump kunnu seta kila í hansara valstríð ella hesi tvørturímóti, sum okkurt kundi bent á, fara at styrkja hansara støðu.
Hóast Biden ikki hevur stóra undirtøku fyri at stilla upp aftur millum demokratar, so verður roknað við, at hann fer at vinna uppstillingina og harvið gerast forsetavalevni hjá demokratunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald