Uttanlands

Joe Biden farin í sóttarhald

Í gjár varð staðfest, at amerikanski forsetin hevði fingið korona. Komandi tíðina arbeiðir hann heimanífrá

Joe Biden kom til Las Vegas týsdagin (Mynd: EPA)

Joe Biden kom til Las Vegas týsdagin (Mynd: EPA)

2024-07-18 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur fingið staðfest covid-19 smittuna, upplýstu Hvítu Húsini í gjár, sambært Reuters. Talan er um mild sjúkueyðkenni, verður sagt.

Joe Biden var staddur í Las Vegas í Nevada, tá sjúkan varð staðfest. Út á seinnapartin byrjaði hann at hosta og tað fór at renna úr nøsini.

Ætlaða røðan í Las Vegas í gjár varð tí avlýst, og Biden vendi aftur til heim sítt í Delaware har hann er farin í sóttarhald. Arbeiðsuppgávur hansara verða avgreiddar heimanífrá komandi dagarnar, boða Hvítu húsini frá, sambært Ritzau.

- Eg havi tað gott, segði Biden við tíðindafólk áðrenn hann settist í Air Force One flogfarið við kós móti Delaware. Forsetin er koppssettur móti korona.

81 ára gamli forsetin er í løtuni undir trýsti fyri at fáa hann at gevast í royndunum at verða afturvaldur. Forsetin hevur víst hesum aftur, men í gjár segði Biden við BET News, at hann fer at umhugsa støðuna av nýggjum, um ein lækni sigur honum, at heilsustøða hansara krevur, at hann gevst við valstríðnum.

Biden segði hetta sum svar upp á ein beinleiðis spurning um, hvat kundi fingið hann at endurumhugsa ætlanina um at royna at verða afturvaldur á valinum 5. november, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder